- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatalið nærkast 52.000
Fólkatalið nærkast 52.000
Fólkatalið í Føroyum vaks 875 fólk frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár, ella 1,7 prosent

1. oktober búðu 51.949 fólk í Føroyum, sambært Hagstovu Føroya
14.11.2019 - 14:50
Nú búgva knappliga 52.000 fólk í Føroyum, upplýsir Hagstovan. Burðaravlopið seinasta árið hevur verið 280 fólk og nettotilflytingin 595.
Størsti fólkavøksturin hevur verið í Eysturoynni, Vágum og í Havn. Vøksturin var nakað minni í Norðoyggum, lítil í Suðuroynni, men eingin í Sandoynni.
Í høvuðsstaðarøkinum vaks fólkatalið 381 fólk og 267 í Eysturoynni. Í Vágum løgdust 81 fólk aftrat og í Norðoyggjum 80 fólk.
Í Streymoynni, tá høvuðsstaðurin ikki er íroknaður, vaks fólkatalið við 40 fólkum, og í Suðuroynni 32 fólk. Hinvegin minkaði fólkatalið í Sandoyar sýslu seks fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV