- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amnesty: Tørvur á betri umstøðum í varðhaldum

Umstøðurnar við bara einum varðhaldi hava við sær, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu varðhald og fongsul í Føroyum.
Tað sigur Føroya deildin hjá Amnesty International.
Í morgin kemur uppskot um dagføringar í rættargangslógini til fyrstu viðgerð í løgtinginum, og Amnesty hevur nýtt høvið at koma við nøkrum viðmerkingunum.
Felagsskapurin fegnast um dagføringarnar; men saknar hagtøl fyri varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í varðhaldinum í Føroyum.
Færri avbyrgingar um fleiri varðhald vóru
Í hoyringarskrivinum vísir Amnesty á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum.
Tøl, sum Amnesty hevur fingið útflýggjað frá ákæruvaldinum, vísa, at í Føroyum eru lutfalsliga nógvar avbyrgingar.
Til dømis í 2017 vóru tilsamans 13 avbyrgingar í føroyska varðhaldinum - einans fýra færri enn avbyrgingarnar í donskum fongslum.
Fegna dagføringunum í rættargangslógini
Amnesty tekur tó væl ímóti nøkrum av dagføringunum í rættargangslógini. Eitt nú broytingarnar í ásetingunum um rættin til hjásita.
– Vit vóna, at hetta hevur við sær, at ákæruvaldið fær møguleika at hava ein lista av hjásitum, so tað verður skjótari hjá til dømis teimum, sum melda neyðtøkumál at fáa skjóta og væl upplýsta atgongd til ein hjásita.
Eisini fegnast Amnesty um ætlanina at loyva óhefta politiklagumyndugleikanum at taka sær av føroyskum málum eisini.