- Tíðindi, mentan og ítróttur
Integratiónsætlan fyri fólkaskúlan á veg

Í løtuni leggur ein arbeiðsbólkur við fólki úr Mentamálaráðnum, Útlendingastovuni og Skúlaleiðarafelagnum síðstu hond á eina yvirskipaða ætlan um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða integreraðir og inkluderaðir í fólkaskúlanum.
Arbeiðsbólkurin skal lýsa støðuna og meta um, hvussu skúlarnir eiga at taka ímóti næmingum, sum hava annað móðurmál enn føroyskt ella annan uppruna enn føroyskan, skrivar Skúlablaðið
Frágreiðingin handast á nýggjárinum
Tá ið arbeiðsbólkurin hevur handað frágreiðingina um ársskiftið, verður farið víðari og innanhýsis arbeiðsbólkur settur í Mentamálaráðnum, ið skal arbeiða víðari við málinum.
Lærarar hava leingi víst á tað óhepna í, at eingin yvirskipað ætlan er um, hvussu næmingar við øðrum móðurmáli enn føroyskum verða inkluderaðir í skúlanum.
Lærararnir sóknast eisini eftir eini útbúgving í at undirvísa næmingum, sum hava annan uppruna enn føroyskan.
Kunngerðin hvørki lýst ella sett í gildi
– Útbúgvingin má leggja upp fyri, at mentanin hjá hesum næmingum er øðrvísi enn okkara, at hugsanarhátturin er øðrvísi og at uppalingin av teimum er øðrvísi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Í vár varð ein kunngerð gjørd um undirvísing í føroysk máli og mentan til næmingar av øðrum uppruna enn føroyskum. Kunngerðin er ikki lýst ella sett í gildi.
– Tað er ikki nóg gott, at lærarar mugu arbeiða eftir besta førimuni uttan nakra yvirskipaða ætlan. Tá ið frágreiðingin er komin, eru vit komandi munandi longri, sigur landsstýrismaðurin sambært Skúlablaðnum.