- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi aðalstjóri: Hann hevði dupultleiklut

Tað skrivar Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, í nýggjum notati um, hvat fór fram, tá Landsverk kunnaði landsstýrið um leigusáttmálan av Asfaltverkinum.
Men Annfinn Vitalis Hansen sigur seg ikki hava havt eina interessukonflikt.
Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Samferðsluráðnum, leggur Annfinn Vitalis Hansen, advokat, undir at hava havt ein dupultleiklut, tá leigusáttmálin millum Asfaltverkið og Landsverk skuldi vigast løgfrøðiliga.
Fyrrverandi aðalstórin skrivar:
"Advokaturin, sum varð biðin um at gera notatið um leigusáttmálan, var eisini advokatur hjá Asfaltverkinum. Hetta var ongantíð upplýst fyri Samferðslumálaráðnum og er nú komið undan kavi í 2019", skrivar Rúni Joensen.
Annfinn Vitalis Hansen vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men noktar at hava havt ein dupultleiklut.
– Um hann hevur gjørt okkurt arbeiði fyri Landsverk, so hevur tað verið aftaná, at sáttmálin millum Landsverk og Asfaltverkið varð undirskrivaður, sigur hann. Hann leggur afturat, at har er eingin konflikt, um sáttmálin varð undirskrivaður.
Landsgrannskoðanin kolldømdi leigusáttmálan
Harafturat sigur Annfinn Vitalis Hansen, at tað man hava verið ein lítil viðmerking, har Landsverk hevur spurt um hansara meining ella ráðgeving, um hann hevur gjørt nakað. Og tí hevur hann heldur ikki sent Landsverki eina rokning fyri hetta, sigur hann við útvarpið.
Annfinn Vitalis Hansen var advokatur fyri Asfaltverkið, tá ið Asfaltverkið og Landsverk gjørdu leigusáttmála. Tað váttar Annfinn Vitalis Hansen.
Rúni Joesen, fyrrverandi aðalstjóri, sigur, at um sama mundið gjørdi Annfinn Vitalis Hansen ta metingina, at sáttmálin var ein leigusáttmáli og ikki keyps- ella leasingsáttmáli. Landsgrannskoðanin kolldømi annars leigusáttmálan seinni og segði, at talan als ikki var um nakra leigu, men um keyp.
>> SÍ EISINI Kunning hildin aftur
Annfinn Vitalis Hansen sigur, at um hann hevur gjørt nakað fyri Landsverk, so hevur tað verið aftaná, at leigusáttmálin millum Landsverk og Asfaltverkið, sum hann umboðaði, var undirskrivaður, og tí var hann ikki advokatur hjá Asfaltverkinum meira.
Reglurnar fyri, hvussu advokatar skulu arbeiða, eru at finna í advokat-etisku leiðreglunum, sum Advokatnevndin og dómstólarnir hava gjørt.
Har stendur, at ein advokatur ikki má hjálpa einum kunda í støðum, har ein interressukonflikt er, ella har vandar eru fyri, at ein slík konflikt kann taka seg upp.
Slíkar støður eru millum annað:
1) en advokat bistår klienter i samme sag, hvis klienterne har modstridende interesser af ikke uvæsentlig karakter
2) en advokat bistår en part efter tidligere at have bistået modparten i samme sag
3) en advokat på samme tid bistår klienter i flere sager, der har forbindelse med hinanden, hvis der er risiko for, at fortrolige oplysninger, som advokaten har modtaget i en af sagerne, kan have betydning i en anden af sagerne
Á heimasíðuni hjá Advokatnevndini stendurm, at brýtur ein advokatur leiðreglurnar, so ásetur nevndin eina revsing. Honkann vera ein átala, bót - og í grovum føri kann nevnið tíðaravmarkað og treytað taka loyvið hjá advokati at virka. Úrskurðurin hjá nevndini skal í slíkum førum almannakunngerðast.
Í dag er tað Fíggjarmálaráðið, sum varðar av Landsverki. Útvarpið hevur spurt seg fyri har, hvat ráðið fer at gera við ákærurnar um, at advokaturin skal hava brotið leiðreglurnar um góðan advokatsið.