- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leikbólkur vendur í hurðini í Fuglafjarðar Skúla

Árant Berjastein, skúlastýrislimur í Fuglafjarðar Skúla, hevur biðið stýrisformannin um eina almenna frágreiðing um málið um verkstovuna Bryd!, sum varð avlýst í vikuni.
Frágreiðingin skal leggjast fyri Fuglafjarðar Býráð, sigur Árant Berjastein, sum umboðar kommununa í skúlastýrinum.
Orsøkin er áheitanin hjá stýrisformanninum, Sofusi Gregersen, til skúlastjóran í Fuglafjarðar Skúla um at avlýsa verkstovuna Bryd!, sum danski dramabólkurin Zeppelin skuldi hava fyri næmingunum í Fuglafirði.
Ein áheitan, sum kom - uttan at skúlastýrið hevði havt fund um málið, sambært Áranti Berjastein.
Leikbólkur vendur í hurðini
Danski dramabólkurin Zeppelin hevur verkstovu í føroysku fólkaskúlunum hesa vikuna. Týsdagin gekk leiðin til Fuglafjarðar.
Sambært heimasíðuni hjá Listaleypinum, sum hevur fingið leikbólkin til Føroya, skuldu listafólkini varpa ljós á javnstøðu, antihapping, tolsemi og fólkaræði.
Men dramabólkurin náddi at koma inn um, fáa kaffi og varð síðani vendur í hurðini, tí Fuglafjarðar Skúli var kúvendur og vildi kortini ikki, at verkstovan skuldi vera.
Skúlastjórin hevði avlýst - eftir áheitan frá skúlastýrisformanninum.
Skúlastjórin evstu ábyrgd
Í fólkaskúlalógini stendur annars at skúlastjórin hevur evstu fyrisitingarligu og námsfrøðiligu ábyrgd av skúlanum. Hinvegin hevur skúlastýrið eftirlit við virkseminum á skúlunum, men kann ikki broyta eina ítøkjuliga avgerð hjá skúlaleiðarum. Tað staðfestir Mentamálaráðið í skrivi um heimildir hjá skúlastýrum.
Skúlastýrini kunnu tó ráðgeva skúlaleiðslum.
Hetta tykist tí at vera eitt óvanligt mál, har skúlastýri leggur seg útí námsfrøðiliga innihaldi í skúlanum. Í fundarfrágreiðingum frá skúlastýrinum sæst annars, at tað tey vanliga viðgera eru ting sum telefonpolitikkur á skúlanum, og kunning um nýggju skúlabyggingina.
Formaðurin í skúlastýrinum fyri Fuglafjarðar Skúla, Sofus Gregersen, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið og hevur onga viðmerking til málið.
Næstforkvinnan í skúlastýrinum hevur heldur onga viðmerking, og vísir til formannin.
Men tað hevur Árant Berjastein, og hann sigur at hann hevur biðið stýrisformannin um eina almenna frágreiðing um málið, sum skal leggjast fyri Fuglafjarðar Býráð.