Pensjónin skal flyta við

Pensjónin skal flyta við
Tað skal verða lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland og fáa pensjónina við sær
Tað skal bera til hjá fyritíðarpensjónistum at fáa pensjónina við sær, tá fólk flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland, ætlar landsstýriskvinnan í almannamálum
 
06.11.2019 - 08:55

Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um almennar pensjónir.

Eftir galdandi lóg ber til at søkja um fyritíðarpensjón í tí landinum, tú býrt í, men flytur tú millum Føroyar, Danmark og Grønland, ber ikki til at fáa fyritíðarpensjónina við.

Søkjast má av nýggjum

Neyðugt er at søkja av nýggjum. Endamálið við lógaruppskotinum er at minka um markaforðingar, tá fyritíðapensjónistar flyta millum londini.

Til tess at røkka endamálinum, skal sama skipan setast í gildi í øllum trimum londum, soleiðis at fyritíðarpensjónistar hava somu rættindi, sama hvørjum landi teir flyta úr og til. 

Í meðal eru seks fyritíðarpensjónistar fluttir hvønn vegin millum Føroyar og Danmark frá 2010 til 2017.

Í gildi á nýggjárinum

Ongin fyritíðarpensjónistur er hesi árini fluttur millum Føroyar og Grønland. Tí eru fíggjarligu avleiðingarnar sera avmarkaðar, stendur í viðmerkingunum til upskotið.

Føroyar hava havt eina einvísa skipan um trý ára skiftistíð, har fyritíðarpensjónistur kann varðveita fyritíðarpensjón úr Føroyum, tá flutt verður til Danmarkar ella Grønlands.

Í framtíðini verður skiftistíðin í mesta lagi eitt ár. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur skjýtur upp, at lógarbroytingin kemur í gildi á nýggjárinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151