- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA úr veðurlagsavtaluni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/usa_amerika.jpg?itok=rQzoBMZB)
USA hevur nú alment tikið seg úr veðurlagsavtaluni. Fyri trimum árum síðani samtyktu ST-londini avtalu, sum álegði teimum at arbeiða fyri at avmarka alheims upphitingina.
Sambært avtaluni skulu londini eisini áseta felags mál, ið skulu tryggja, at alheimsupphitingin í mesta lagi hækkar við tveimum hitastigum.
Nú hevur USA alment boðað ST frá, at landið fer úr sonevndu Parísavtaluni, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.
Kunnu ikki fara úr fyrstu trý árini
Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði fyri tveimum árum síðani frá hesum, men av tøkniligum orsøkum bar tað ikki til fyrr enn nú.
Í avtaluni stendur, at einki land kann fara úr avtaluni fyrstu trý árini. USA fer úr avtaluni 4. november 2020, sum er fyrsti dagur loyvt er at fara úr avtaluni.
Trump segði í fjør, at veðurlagsavtalan er órættvís fíggjarlig byrða hjá USA. Forsetin hevur eisini verið jaligur fyri amerikanska kol- og gassídnaðinum, og hevur lovað at gera USA til orkusuperveldi.
Afturstig fyri ST-veðurlagssamtarvið
At heimsins størsti búskapur nú fer úr Parísavtaluni er afturstig fyri ST-veðurlagssamstarvið, men higartil hevur einki annað land gjørt, sum USA.
Brasilia er framvegis við í avtaluni, hóast forsetin, Jair Bolsonaro, hevur sagt, at hann ikki trýr uppá veðurlagsbroytingina. Eisini Kina og India taka framvegis undir við avtaluni.
Tey eru annars kend fyri at ikki at føra veðurlags-vinarligan politikk. Eftir Kina er USA tað landið, sum útletur mest koltvísúrni. USA stendur fyri 15 prosentum av heimsins veðurlagsútálti, skrivar Reuters.