Yvirtøka viðgjørd í fólkatinginum

Yvirtøka viðgjørd í fólkatinginum
Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur nú fingið uppskotið um at lata heimastýrið umsita ávís útlendingamál
Yvirtøka fær góða undirtøku í fólkatinginum
 
02.11.2019 - 11:29

Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur nú fingið uppskotið um at lata heimastýrið umsita ávís útlendingamál. Uppskotið varð viðgjørt í fólkatinginum í gjár.

Hetta er aðru ferð, uppskotið er í fólkatinginum. Tað varð lagt fram í farnu tingsetu, men datt burtur, tá val varð skrivað út. Ætlanin er, at føroyingar yvirtaka ein part av útlendingarmálunum á nýggjárinum.

Løgtingið hevur samtykt yvirtøkuna. Sambært henni skulu føroyingar gera av í ávísum førum, hvørjir útlendingar sleppa at vera í Føroyum. Umsitingin í hesum málum verður føroysk. 

Udlændingenævnet í Danmark verður kærumyndugleiki. Føroyanevndin skal í seinasta lagi skriva álit 28. november. Tá fyrsta viðgerð var í fólkatinginum í gjár, fekk uppskotið góða undirtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050