Leggur arbeiðið við fíggjarlógini til rættis

Leggur arbeiðið við fíggjarlógini til rættis
Fíggjarnevndnin hjá løgtinginum hevur fund mánadagin, eftir tingfundin
Magnus Rasmussen í Sambandsflokkinum er formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
 
02.11.2019 - 11:34

Fíggjarnevndnin hjá løgtinginum hevur fund mánadagin, eftir tingfundin.

Tá fer nevndin at leggja til rættis arbeiðið við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2020.

Fíggjarnevndin hevur ikki fingið politikkin í fíggjarlógini úr landsstýrinum enn.

Uppskotið, sum varð lagt fram 30.september, er bara fíggjarlógin fyri í ár, sum er framskrivað, tí samgongan hevði ikki stundir til at gera nýtt fíggjarlógaruppskot.

Men landsstýrið arbeiðir við tí nú og sendir síðani Fíggjarnevndini uppskotið og biður hana broyta upprunaliga uppskotið sambært tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948