- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mette Frederiksen kemur á vitjan

Hon kemur til Føroya mikukvøldið, og hósdagin verður fundur í Vestmanna, har løgmaður og Mette Frederiksen fara at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Eftir fundin verður vitjað á Miðnámi í Vestmanna, Vindrøkt og á SEV. Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Mette Frederiksen fer at vitja løgtingið og skipasmiðjuna MEST.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin.
Vitjar í tveir dagar
– Vónandi kann fundurin verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur løgmaður.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at hon gleðir seg til vitjanina.
– Eg skilji væl ynskið úr Føroyum um at fáa størri leiklut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Danmark og Føroyar hava ein sterkan felagsskap, og vit skulu samstarva á teimum økjum, sum báðir partar fáa gagn burturúr, sigur Mette Frederiksen.
Danski forsætisráðharrin fer úr Føroyum aftur fríggjadagin.