- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flotin endurnýggjast fyri 300-350 milliónir

Tjóðveldi skjýtur upp at gera eina breiða politisku semju um at endurnýggja allan strandferðsluflotan fyri 300-350 milliónir krónur eftir nøkrum árum.
Verður undirtøka fyri at seta 50-60 milliónir krónur av um árið, kann allur flotin endurnýggjast eftir fimm ella seks árum.
Nýggj nólsoyarferja og nýggj kalsoyarferja kosta millum 90 og 100 milliónir krónur hvør, og nýtt skip til Skúvoyarleiðina og Fugloyar- og Svínoyarleiðina fara at kosta millum 40 og 50 milliónir hvørt, sigur Tjóðveldi.
Nýggju ferjurnar eiga at verða smíðaðar soleiðis, at brennievnið í mest møguligan mun verður varandi orka, til dømis ravmagn ella vetni, sigur flokkurin í viðmerkingunum til uppskotið.