Fleiri nýggir bilar

Fleiri nýggir bilar
185 fleiri bilar vórðu skrásettir til 1. november í ár enn í fjør
Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðu skrásett 2.727 akfør
 
01.11.2019 - 08:33

185 fleiri bilar vórðu skrásettir til 1. november í ár enn í fjør. Tá er talan um nýggjar bilar. Brúktu bilarnir vóru 19 færri.

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðu skrásett 2.727 akfør. Tey vóru 2.542 í fjør. Vøksturin er sløk 7,3 prosent.

Men taka vit bara oktober, eru skrásettu nýggju akførini færri í ár. Tey vóru 233 í oktober í ár. Somu tíð í fjør vóru tey 257.

11 færri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í oktober í ár, men tríggir fleiri innfluttir brúktir persónbilar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948