- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlitið ikki byrjað enn
Eftirlitið ikki byrjað enn
Enn hevur fyrsta eftirlitið ikki verið, ið skal avdúka møguliga sosiala dumping í Føroyum

Løgreglan, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og TAKS skulu sambært einum nýggjum uppskoti kanna viðurskiftini hjá útlendingum á arbeiðsmarknaðinum
01.11.2019 - 14:56
Fyri skjótt tveimum mánaðum síðani skrivaðu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og politiið undir avtalu um samstarv um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum, ið skal avdúka sosiala dumping, eins og gjørt verður í hinum Norðurlondunum.
Avtalan sigur, at teir tríggir myndugleikarnir fara at hava samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at kanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og umhvørvi.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er samskipari, men einki eftirlit hevur verið enn. Tá avtalan varð undirskrivað 4. september, varð sagt, at fyrstu eftirlitini verða væntandi í heyst.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV