- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalstjóri leyp av

Tað hevði við sær, at Samferðslumálaráðið, sum var áttinda ráðið undir fráfarnu samgonguni, fór í søguna.
Tað hevði eisini við sær, at aðalstjórin í Samferðslumálaráðnum, Rúni Joensen, leyp av, tí einki aðalráð var til hansara.
Løgmansskrivstovan upplýsir, at starvið hjá Rúna Joensen er niðurlagt sambært tænatsumannalógini.
Løn í trý ár
Tað hevur ikki verið møguligt at bjóða Rúna Joensen eitt líknandi starv, sum hann hevur skyldu at taka av. Tí fær hann løn í trý ár, eru boðini frá Løgmansskrivstovuni.
Rúni Joensen var eisini aðalstjóri, tá Kári P. Højgaard var landsstýrismaður, men tá Kári P. Højgaard varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður, varð ráðið samstundis niðurlagt.
Tá fór Rúni Joensen í starv á Løgmansskrivstovuni, til hann aftur gjørdist aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum fyri fýra árum síðani.