Meirkostnaðurin mettur til 102 milliónir

Meirkostnaðurin mettur til 102 milliónir
Meirkostnaðurin fyri sjálvan H-bygningin er meira enn 100 milliónir krónur vísir greining, sum Landsverk hevur gjørt
Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fer at kosta væl meira, enn upprunaliga mett
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2019 - 13:11

Eykarokningin uppá 152 milliónir krónur fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum fevnir um munandi meira enn bara sjálvan H-bygningin, men meirkostnaðurin fyri hann er 102 milliónir.

Fyrr í ár segði Sirið Stenberg, undanfarna landstýriskvinna í Heilsumálum, at kostaðurin fyri H-bygnignin bleiv um 43 milliónir krónur meira enn mett.

Síðani hækkaði tað talið upp í 51 milliónir og í mai var samlaða eykarokningin komin uppá 80 milliónir. 

Samlaða dýrkingin 152 milliónir krónur

Nú er samlaða eykarokningin komin uppá 152 milliónir, og sjálvur H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður 102 milliónir dýrari enn mett.

Meginparturin av meirkostnaðinum fyri H-bygningin eru, sambært Landsverki, øktar handverkaraútreiðslur, svarandi til 53 milliónir krónur, og Landverk hevur nú greinað meirkostnaðin.

Tær 53 milliónirnar til H-bygningin fevna millum annað ein feil í játtanini frá 2016, at ov lítið og skeivt varð avsett í upprunaligu kostnaðarætlanini og sparingar, sum ikki bóru á mál.

Útbyggingin komin uppá 805 milliónir

Haraftrat er meirkostnaðurin uppá 22 milliónur til ráðgeving, og 12 milliónir til eftirlit og byggileiðslu. H-bygningurin dýrkar tí úr góðum 500 til 600 milliónir.

Umframt hetta, koma kostnaðir til millum annað íbindingar og eykakrøv frá Landssjúkrahúsinum, so samlaði meirkostnaðurin fyri útbyggingina verður góðar 152 milliónir krónur.

Hetta ger, at samlaði prísurin fyri útbyggingina av Landssjúkrahúsinum í løtuni verður góðar 805 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151