- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki fólkaskúlaráð

Fólkaskúlaráðið, sum tók við 1. juni í 2015, varð sett fyri trý ár. Einki Fólkaskúlaráð hevur tí verið síðani 1. juni í fjør. Men Fólkaskúlaráðið verður sett í næstum, skrivar Skúlablaðið.
Blaðið skrivar, at eitt tað fyrsta, nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, setti út í kortið var at fáa nýtt Fólkaskúlaráð.
Fólkaskúlaráðið, sum varð sett í 2011, var til 1. februar 2014. Men ikki fyrr enn í 2015 varð nýtt ráð sett. Lógin um fólkaskúlan sigur, at Fólkaskúlaráð skal vera.
Fleiri álit gjørd
Fólkaskúlaráðini hava síðan 2011 latið úr hondum fleiri álit, eitt nú um sernámsfrøðiliga økið og um førleikastovur og forskúla.
Fólkaskúlaráðið skal geva landsstýrisfólkinum í skúlamálum ráð í øllum málum um fólkaskúlan.
Fólkaskúlaráðið kann eisini ráða landsstýrisfólkinum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarverkætlanir.
Í Fólkaskúlaráðnum eru lærarar, felagið Heim og skúli, lesivegleiðarar og Mentamálaráðið, tilsamans sjey fólk.