- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar ónøgdir við makrelbýtið

Fyrr í mánaðinum skrivaðu Føroyar, ES og Noreg undir eina makrelavtalu, og at mest loyvda veiða skuldi vera 922 túsund tons í 2020, harav tann føroyski parturin er 116 túsund tons.
Ísland, Russland og Grønland eru ikki við í avtaluni, men hava frá hinum londunum fingið 15,4 prosent at býta sínaámillum.
Men nú gera grønlendingar vart við sína ónøgd, tí teir meta seg ikki hava fingið nakað yvirhøvur, tá Grønland ikki hevur skrivað undir nakra avtalu.
- Grønland hevur jú einki fingið, tí vit eru ikki partur av avtaluni. Man kann ikki siga, at teir hava givið okkum nakað, men hinvegin hava Føroyar, ES og Noreg bara býtt rovið millum sín, sigur Henrik Leth, nevndarformaður í Polar Seafood, við blaðið Sermitsiaq.
Støðan var tann sama í fjør, og tá ásettu Grønland og Ísland sínar egnu kvotur fyri 2019 til ávíkavist 70 og 140 túsund tons.
Fiskiskapurin eftir makreli í grønlendskum sjógvi hevur tó ikki verið serliga góður í ár. Av kvotuni upp á 70 túsund tons, sum Grønland gav sær sjálvum, hava skipini bara fiskað á leið 30.000 tons. Av hesum fiskaðu skipini bara millum 6 og 7 túsund tons í grønlendskum sjógv.
Við Sermitsiaq sigur Henrik Leth, at hann vónar at grønlendska tingið aftur í ár samtykkir eina kvotu fyri komandi ár, sum skipini kunnu fiska í egnum og altjóða sjógvi.