- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deyð fólk í lastbili vóru kinesarar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/essex.jpg?itok=IoQwkpB-)
Tað skriva fleiri bretskir miðlar, teirra millum BBC og Sky News. Løgreglan hevur ikki váttað tíðindini, men løgreglan sigur seg kanna, um talan er um skipaða smugling av fólki.
Løgreglan kannaði í nátt tveir bústaðir í Norðurírlandi. Tað varð gjørt, tí 25 ára gamli maðurin, sum koyrdi bilin, er úr Norðurírlandi.
Hann varð tikin og er skuldsettur fyri manndráp. Maðurin avheintaði lastina, og tí skriva fleiri miðlar, at tað er óvist, hvat hann visti um fólkini í bingjuni.
>> SÍ EISINI 39 lík funnin í bingju
Fólkini vórðu funnin í eini kølibingju, og tey sum kenna slíkar bilar, siga møguleikar vera fyri, at tey deyðu eru fryst í hel.
Myndugleikarnir í fleiri londum kanna málið. Myndugleikarnir í Bulgaria siga, at bilurin er skrásettur í Varna í Bulgaria, men at eigarin er ein írskur ríkisborgari.
Løgreglan í Norðurírlandi sigur seg fara at gera kanningar í málinum, fyri at hjálpa løgregluni í Essex, og løgreglan í Belgia, haðani bilurin kom, ger eisini kanningar í málinum.
Líknandi mál í 2000
Hetta málið minnir nógv um eitt mál frá 2000, tá 58 kinesarar vórðu funnin deyð í einum lastbili í Dover, sum er umleið 120 kilometrar eystan fyri London
Í gjár vórðu níggju aðrir migrantar funnir á lívi í einum bili á einum vegi í Kent. Teir eru kannaðir og lætnir innferðarmyndugleikunum.
Í 2015 vórðu 71 fólk funnin deyð í einum kølibili í Eysturríki. Tá helt løgreglan, at talan var um skipað brotsmannavirksemi, sum ein bólkur úr Bulgaria og Ungarn stóð fyri.