- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brexit útsett
Brexit útsett
Freistin hjá Bretlandi, at fara úr ES, verður longd. Tað samdust hini 27 ES-londini um á fundi í Brússel í gjárkvøldið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit_3.jpg?itok=OoRqiUuc)
Bretland fer ikki úr ES 31. oktober, sum ætlanin hevur verið. ES-londini eru samd um at leingja freistina
24.10.2019 - 08:12
Hvussu nógv freistin verður longd, er ikki ásett, siga keldur í Brússel. Tí tykist verða greitt, at Bretland fer ikki úr ES um eina viku, sum ætlanin annars hevur verið.
Keldur í Brússel siga, at tað fer at taka langa tíð at samtykkja tær lógir, sum skulu koma í gildi í Bretlandi, tá landið fer úr ES. Tí er ikki óhugsandi at freistin hjá Bretlandi verður longd í fleiri mánaðir.
Forsetin í ES, Donald Tusk, hevur mælt til, at freistin hjá Bretlandi, at fara úr ES, verður longd til 31. januar næsta ár. Tey 27 ES-londini fara væntandi at taka endaliga avgerð til at leingja freistina á fundi í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV