
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alt skal ikki á Facebook

Mánadagin varð ein stórur bilur tikin av eini hvirlu á Kaldsbaksvegnum nakað norðan fyri Sundsverkið. Í bilinum var Mikkjal Joensen úr Klaksvík, sum slapp frá óhappinum við smærri snuddum.
Mikkjal Joensen var á veg til Havnar við vøru, tá ein hørð hvirla tók bilin og sendi hann út í bilverjuna.
Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.
- Tá man hugsar um, at bilurin vigar 10 tons tómur, og at hann verður sendur inn í bilverjuna av eini hvirlu, so er tað ótrúligt, at bilverjan helt, sigur Mikkjal Joensen, bilførari.
Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.
Mikkjal Joensen torir ikki at hugsa um, hvat hevði hent, um ikki bilverjan helt.
Mynd: Hans David Hansen, Tórshavnar Sløkkilið.
Mynd á Facebook
Men fyri dóttur Mikkjal, Sigrid Mikkjalsdóttir, var tað sera ódámligt, tá hon varnaðist, at ein mynd av koppaða bilinum varð løgd út á Facebook, áðrenn mamman hevði boðað henni frá óhappinum.
- Tíbetur sá eg ikki myndina fyrr enn aftaná, men klokkutíðin vísti, at myndin varð løgd út so skjótt, at mamma nóg illa hevði fingið boðini sjálv, sigur Sigrid Mikkjalsdóttir.
Dagin eftir óhappið gjørdi Sigrid Mikkjalsdóttir vart við sína ónøgd á sínum egna Facebook-vanga, har hon greiddi frá, hvussu tey høvdu upplivað hetta.
Uppslagið hjá Sigrid er deild meira enn 700 ferðir, og hon staðfestir tí nøgd, at tað ikki bara er hon, sum hevur tað á hendan hátt.
- Kanska hetta kann gera, at ein kavabóltur fer at rull, sum ger fólk tilvitað um, hvat tú skalt tveita út á facebook - og ikki, sigur hon avgjørd.
Áheitan frá politinum
Í síðstu viku kom ein áheitan um júst hetta sama frá politinum í Føroyum, og tá var Jan Fossaberg, politistur, í útvarpsstovuni og greiddi frá. Hann segði millum annað, at tað kann vera revsivert at leggja myndir út alment av slíkum støðum.
- Hjálpa fólk til og taka myndir á staðnum, sum myndugleikarnir kunnu brúka, siga vit ja takk. Men tað er ikki alt, sum skal út á alment, segði Jan Fossaberg millum annað í morgunsendingini 16. oktober 2019.