- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytirnar endurskoðast

Talan er um kundar, sum bæði gera og brúka el-orku, til dømis smá vatnorkuverk og vindorkuverk.
Til arbeiðið at endurskoða íbindingartreytirnar fyri smáverk er liðugt, og nýggjar treytir eru ásettar, noyðast tey, sum reka smá vatnorkuverk ella vinduorkuverk, at virka eftir galdandi reglum, sum orkumyndugleikin góðkendi í apríl í fjør, sigur SEV.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at hetta er eitt prinsippmál, sum má viðgerast saman við orkumyndugleikanum.
– Treytirnar skulu galda fyri alla el-skipanina og øll tey, sum ætla at byggja smáverk av ymsum slag, í framtíðini. Tí ber ikki til at viðgera almennar treytir við støði í einstøkum málum, sigur stjórin í SEV.