- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj dátuverndarlóg á veg

Vinnuhúsið tekur undir við endamálinum í lógaruppskotinum frá landsstýrinum um dátuverndarlóg, men fleiri ivaspurningar eru, sum kunnu verða torførir at gjøgnumskoða, sigur Vinnuhúsið.
Sambært uppskotinum verður ábyrgd flutt frá Dátueftirlitinum yvir á tey, sum hava dátuábyrgd á stovnum og í fyritøkum.
Tað er ikki eitt krav, at privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk, men Vinnuhúsið sigur, at tað er ikki greitt, hvørjar privatar fyritøkur skulu hava dátuverndarfólk.
Neyðugt við einari allýsing
Í uppskotinum verður sagt, at kravið um persónsupplýsingar er ikki galdandi fyri fyritøkur, har færri enn 250 starvsfólk starvast.
Men kravið skal kortini verða galdandi fyri fyritøkur, sum hava færri enn 250 starvsfólk, um tað er sannlíkt, at viðgerðin hevur váða.
Vinnuhúsið heldur, at neyðugt er at fáa allýst, hvussu hetta skal skiljast.
Sektin hækkar munandi
Skotið verður upp, at sektin fyri brot á persónsupplýsingar hækkar munandi, soleiðis at bótin verður á sama stigi sum í Danmark, har til dømis ein hýruvognsstøð fekk 1,2 milliónir krónur í bót.
Vinnuhúsið heldur, at hetta eru spurningar, sum eiga at verða lýstir og greinaðir nærri, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri tingið.
Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum tiltaki um nýggju dátuverndarlógina hósdagin 31. oktober, har Katrin Thorsvig Hansen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fer at greiða frá.