Illveðrið ávirkar samferðsluna

Illveðrið ávirkar samferðsluna
Bygdaleiðir eru avlýstar, nakrar bussleiðir í Havn koyra ikki og flogferðslan er eisini darvað
Fýra flogfør, ið skuldu koma í Vágar í dag, eru seinkað
 
21.10.2019 - 15:52

Strandferðslan boðar frá, at leið 700 hjá Bygdaleiðum, sum koyrir millum Tvøroyri og Fámjin, koyrir ikki meira í dag, og leið 700, millum Sumba, Vág og Tvøroyri, koyrir ikki fyribils.

Leið 410, millum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík, koyrir heldur ikki fyribils. Boðað verður frá, um koyrt verður seinni í dag. 

Fýra flogfar seinkað

Bussleiðin í Havn boðar frá, at leið 6 og 7 koyra ikki fyribils. Nærri boð koma klokkan 18. Flogferðslan er eisini darvað av veðrinum.

Sambært heimasíðuni hjá Vága floghavn eru fýra flogfør hjá Atlantic Airways, sum skulu koma í Vágar, seinkað. 

Tey eru úr Keypmannahavn, Keflavík og Edinburgh. Meira fæst at vitja á heimasíðuni hjá Vága floghavn, fae.fo.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151