- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðslan í tunlinum órógvað
Ferðslan í tunlinum órógvað
Fólk, ið koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin í næstu viku, mugu vera tolin

17.10.2019 - 15:11
Í sambandi við arbeiðið at gera nýtt vinnuøkið sunnan fyri bátahylin á Borðoyarvík, kann roknast við, at ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum í næstu viku.
Norðoyatunnilin stongdur meðan sprongt verður. Væntað verður at tunnilin steingir í umleið 10 minuttir undir hvørjari spreinging, og hetta fer helst at endurtaka seg umleið 25 ferðir næstu tíðina.
Eftir ætlan skuldi fyrsta spreingingin verða í dag, men sprongiarbeiðið er flutt til í næstu viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV