Sakarmál um uppsøgn aftur jólatrøll í ár

Sakarmál um uppsøgn aftur jólatrøll í ár
Sakarmálið millum Betrisamtakið og fyrrverandi forstjóran har, Ben Arabo, er útsett til eftir ársskiftið
Ben Arabo vil hava rættin at siga, at hann hevur ikki mishildið sáttmálan við Betrisamtakið
 
15.10.2019 - 12:15

Sakarmálið millum Betrisamtakið og fyrrverandi forstjóran har, Ben Arabo, er útsett. Málið skuldi annars viðgerast í Føroya rætti í fýra dagar, frá 18. til 21.november.

Tað vóru allir partar samdir um á fyrireikandi rættarfundi í apríl. Men nú hevur Betrisamtakið biðið um, at viðgerðin verður útsett í nakrar mánaðir.

Ben Arabo mótmælti hesum. Men viðgerðin er flutt til januar ella februar næsta ár.

Sagdur úr starvi

Ben Arabo varð sagdur úr starvi sum forstjóri í Betrisamtakium í september í fjør. Hann hevði tá sitið í starvinum í minni enn eitt ár.

Uppsagdi stjórin fekk 2,6 milliónir krónur við sær, og tað svarar til løn og eftirløn í 12 mánaðir.

Ben Arabo metir seg eisini hava rætt til eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í 12 mánaðir afturat.

Betrisamtakið heldur ikki, at Ben Arabo hevur rætt til síðstu 12 mánaðarlønirnar, tí hann hevur mishildið sín sáttmála við Betrisamtakið.

Ben Arabo vil ikki hava sitandi á sær, at hann hevur mishildið sáttmálan og stevndi tí Betrisamtakinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948