- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja nú eftir nýggjum rektara

Nú verður søkt eftir rektara til Glasir. Umsóknin skal vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. november.
Starvið verður sett 1. januar næsta ár, ella eftir avtalu við umsøkjaran, sum fær starvið. Bogi Bech Jensen segði seg úr starvinum sum rektari 3. september.
Gavst alt fyri eitt
Bogi Bech Jensen fór úr starvinum alt fyri eitt. Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, hevur verið virkandi rektari síðani.
Tá Bogi Bech Jensen fekk starvið sum fyrsti rektarin á Glasi, søktu 11 um starvið. Tað var í 2015.Lønin hjá rektaranum er 59.368,03 krónur og 15 prosent í eftirløn um mánaðin.
>> SÍ EISINI Sagt seg úr starvi
Á Glasi eru meira enn 1.500 næmingar og 250 starvsfólk. Bogi Bech Jensen sigur, at hann segði upp, tí nú er liðugt at leggja saman skúlarnar, sum eru í Glasi.
Teir eru Føroya studentaskúli og HF-skeið, Tekniski skúlin í Havn og Føroya handilsskúli. Bogi Bech Jensen mælti sjálvur til, at Steinbjørn Hardlei tók við sum virkandi rektari.
Bogi Bech Jensen fær løn til nýggjárs, tí setanarsáttmálin hjá honum sigur, at hann eigur løn í tríggjar mánaðir eftir, at hann fer úr starvi. Hann skal vera til taks hesa tíðina, um onkur fyrispurningur er til dømis.