- Tíðindi, mentan og ítróttur
Thor fingið um skrúvuna

Thor fekk um skrúvuna, tá skipið var 70 fjórðingar í útnyrðing úr Føroyum. Manningin royndi sjálv at fáa av skrúvuni, men tað eydnaðist ikki.
Tað sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC. Tí vóru boð eftir vaktar- og bjargingarskipinum, Tjaldrinum, sum fór av Havnini klokkan 15 í gjár.
Verða væntandi her á midnátt
Tjaldrið var hjá Thor klokkan fýra í morgun, men veðrið var ov vánaligt til at froskmenn kundu fara niður at loysa tað, ið sat um skrúvuna.
Endi varð um fimm tíðina í morgun settur umborð á garnaskipið Thor, og kós sett móti Føroyum. Thor var júst komin á fiskileið.
Tjaldrið og Thor verða væntandi í Fuglafirði á midnátt. Tá fara froskmenn hjá Tjaldrinum at fáa av skrúvuni, sigur Páll á Teigunum, vaktleiðari hjá MRCC.