- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógaruppskot um fólkapensjón sent fakfeløgum

Løgmaður var ikki við á fundinum í gjár, sum fakfelagsfólk høvdu við landsstýrið um Samhaldsfasta.
Tað høvdu feløgini annars biðið um.
Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, vóru á fundinum.
Níggju fakfeløg hava í yvirlýsing gjørt vart við, at arbeiðsmarknaðurin eigur Samhaldsfasta, og at politikararnir skulu lata hann fáa frið.
Í samgonguskjalinum stendur, at aldurstrygdargrunnur skal setast á stovn, og fólkapensjónistar skulu fáa tvey útgjøld og ikki trý sum nú.
Stúra fyri Samhaldsfasta
Fakfeløg stúra fyri, at landsstýrið tekur Samhaldsfasta við í hesa broytingina.
Fakfeløgini søgdu í yvirlýsing 18.september, at tey hoyrdu, at ætlanin er at fara eftir Samhaldsfasta og blanda grunnin saman við almennu pensjónini.
Á fundinum í gjár fingu fakfelagsfólkini at vita, at landsstýrið kemur við lógaruppskoti um pensjónirnar, sum hevur samband við fíggjarlógina, og at fakfeløgini fáa uppskotið til hoyringar.
Annars hevur landsstýrið avsannað, at tað ætlar at taka Samhaldsfasta.
Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki gjørt vart við seg í hesum máli. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at tey hava ikki viðgjørt málið.
Tey vita ikki enn, hvat landsstýrið ætlar ítøkiliga at gera.