- Tíðindi, mentan og ítróttur
H-bygningurin 152 milliónir dýrari enn ætlað

Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður 152 milliónir krónur dýrari enn upprunaliga ætlað.
Tað upplýsti nýggi landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyri løtu síðan á tingsins røðarapalli, tá uppskotið um fíggjarlóg fekk fyrstu viðgerð.
21 milliónir játtast í ár
Kaj Leo Holm Johannesen segði, at nú allar rokningarnar eru komnar, sæst, at nýggi H-bygningurin verður 152 milliónir dýrari.
Í eykajáttanarlógini, sum verður viðgjørd í løgtinginum beint nú, stendur, at H-bygningurin á Landssjúrkahúsinum skal hava 21 milliónir krónur í eykajáttan í ár.
>> SÍ EISINI Gerast liðugur eftir upprunaligu ætlanini
Í vár koma annars fram, at nýggi H-bygningurin fór at kosta í minsta lagi 80 milliónir krónur meira, enn løgtingið higartil hevur játtað.
Men hetta talið er nú 152 milliónir krónur, sambært Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.
Útvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í heilsumálum, men tað hevur ikki eydnast í kvøld.