- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røktarheim í Leynum

Meirilutin í stýrinum fyri Veks samstarvið hevur samtykt at broyta viðtøkurnar hjá samstarvinum, so Kvívíkar kommuna fær endurgjald fyri heimið, ætlanin er at byggja í Leynum, á sama hátt sum hinar tríggjar kommunurnar í eldasamstarvinum fáa fyri síni heim.
Veks leigar heimini hjá kommununum í 25 ár, og tá fella ognirnar inn í samstarvið sum ogn hjá samstarvinum.
Eiðis kommuna, Sunda kommuna og Kvívíkar kommuna hava góðkent viðtøkubroytingina.
Vestmanna kommuna vil ikki broyta viðtøkurnar, men avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Omanfyri skúlan
Kvívíkar kommuna ætlar at byggja røktarheim omanfyri gamla skúlan í Leynum, mitt í bygdini.
Í heiminum verða 16 røktarheimspláss og demenspláss.
Eftir ætlan byrjar byggingin næsta summar, sigur Heri Múller, borgarstjóri í Kvívík.
Kvívíkar kommuna hevur keypt góðar 11.200 fermetrar av jørð frá Búnaðarstovuni fyri eina millión krónur, ella fyri 89 kr. fermeturin.