13 nýggir bilar hvønn dag

13 nýggir bilar hvønn dag
Føroyingar keypa framvegis nógvar nýggjar bilar
Akstovan hevur higartil í ár skrásett 2.494 nýggjar bilar, í miðal 13 hvønn yrkadag
 
01.10.2019 - 10:16

Fyrstu níggju mánaðirnar í ár skrásetti Akstovan 2.494 nýggj akfør, 209 fleiri enn somu tíð í fjør, vísa nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni.

Vøksturin er góð níggju prosent. 1.804 nýggir persónbilar eru skrásettir í ár, tað eru 103 fleiri enn somu tíð í fjør sambært tølunum.

Mest seldu bilmerki í ár eru Volkswagen, Toyota og Ford. 207 brúkt akfør eru innflutt higartil í ár, 22 færri enn somu tíð í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948