- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump vil hitta varskógvara
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump.jpeg?itok=9ZrYj0uf)
Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil sleppa at hitta varskógvaran, sum boðaði frá samskiftinum millum Trump og ukrainska forsetan.
Tað skrivar forsetin á Twitter. Donald Trump sigur, at hann heldur seg hava rætt til at hittan ákæran, sum hann tekur til, andlit til andlits.
Gjørdi vart við samskiftið í summar
Trump segði í síðstu viku, at persónurin, sum lak upplýsingarnar til varskógvaran, kann samanberast við ein njósnara.
Varskógvarin, sum sambært fleiri amerikanskum miðlum, starvast í amerikansku fregnartænastuni, gjørdi í summar vart við samskiftið millum Trump og ukrainska forsetan, Zelenskij.
Og almenna ákæran móti Trump varð kunngjørd í síðstu viku.
>> SÍ EISINI Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump
Forsetin verður ákærdur fyri at hava misnýtt vald sítt fyri at royna at tvinga ukrainska forsetan at finna upplýsingar, sum kundu dálka fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden.
Joe Biden er við í kappingini um at gerast valevni hjá demokratunum til forsetavalið næsta ár.
Varskógvarin sigur eisini, at Hvítu húsini hava roynt at krógva samskiftið í einari kt-skipan, sum verður brúkt til at krógva upplýsingar, ið eru serliga viðkvæmar fyri trygdina i USA.
Stúrir fyri trygdini
Sjónvarpsstøðin, CBS, sigur, at samveldismyndugleikarnir í USA verja varskógvaran í løtuni, tí viðkomandi stúrir fyri trygdini, men tað vísir ein advokatur hjá varskógvaranum aftur.
Hann sigur, at eingin avtala er gjørd við myndugleikarnar. Hinvegin er avtalað, at varskógvarin skal geva frágreiðing í einari hoyring i kongressini.
Nancy Pelosi í demokratiska flokkinum, sum er forkvinna í umboðsmannatinginum, hevur boðað frá, at nú verða fyrstu stigini tikin at fyrireika eitt ríkisrættarmál móti Donald Trump, forseta.