Nýggj fiskivinnulóggáva

Nýggj fiskivinnulóggáva
Við at endurgeva samgonguskjalið boðaði Jacob Vestergaard í dag tinginum frá, hvat hann ætlar við fiskivinnuni
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ætlar at broyta lógirnar um fiskivinnu.
 
30.09.2019 - 13:03

Við at endurgeva samgonguskjalið boðaði Jacob Vestergaard í dag tinginum frá, hvat hann ætlar við fiskivinnuni.

Hann segði, at hann ætlar at leggja fyri tingið uppskot um nýggja fiskivinnulóg við teimum broytingum, sum eru í samgonguskjalinum.

Millum annað verður uppsagnartíðin 10 ár, tá loyvi at fiska verður søgd upp.

Loyvini verða latin skipunum.

Útlendingar sleppa at eiga

Útlendskur ognarlutur í fiskivinnuni heldur fram, men lækkar niður í 25 prosent hjá teimum útlendingum, sum í framtíðini seta pengar í føroysku fiskivinnuna á sjógvi. 

Og fiskidagaskipanin heldur fram. 
  
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, legði fyrrapartin fram frágreiðing um fiskivinnulóggávuna.

Sambært lógini frá 2018 um, hvussu sjófeingið skal umsitast, skal slík frágreiðing leggjast fyri tingið fyri 1.oktober.

Frágreiðingin skal siga, hvussu sjófeingið verður umsitið, hvørji rættindi eru at fiska uttan fyri føroyskan sjógv, og, ikki minst, hvørjar ætlanir, landsstýrismaðurin hevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164