- Tíðindi, mentan og ítróttur
Millardaavtala sendir fólk upp á mánan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nasa_0.jpg?itok=UNNxgJvV)
Tað stendur í eini avtalu, sum amerikanski rúmdarstovnurin, NASA, hevur gjørt við flogverksmiðjuna, Lockheed Martin.
NASA hevur gjørt av at lata Lockheed Martin 20 milliardir krónur, so fyritøkan kann byggja fýra rúmdarskjól til rúmdarfólkini. Pláss verður fyri fýra rúmdarfólkum í hvørjum skjóli.
– Avtalan ber í sær, at amerikanska virksemið á mánanum skal mennast. Tað hevur so aftur við sær, at nógvar kanningar skulu gerast, sum skulu slóða fyri at senda fólk á Mars, sigur stjórin í NASA, Jim Bridenstine.
Miðstøð byggjast á mánanum
Rúmdarskjólini skulu nýtast til at senda fólk upp á mánan og fáa tey heimaftur, og seinni til at senda fólk til Mars, og fáa tey heim aftur haðani.
Ein roynd við eini ómannaðari rakett skal gerast næsta ár, og í 2022 skal fyrsta mannaða rúmdarfarið sendast á mánan. Ein kvinna og ein maður skulu vera við í ferðini til mánan í 2022.
Ætlanin er at byggja eina miðstøð á mánanum, so fólk javnan kunnu ferðast millum mánan og jørðina, stendur í fráboðanini frá NASA, skrivar Ritzau.