Eingi veiðigjøld í Fíggjarlógini fyri 2020

Eingi veiðigjøld í Fíggjarlógini fyri 2020
Lógin um veiðigjøld fer úr gildi á nýggjárinum, sigur landsstýrið
Bæði uppskot um fíggjarlóg og uppskot um eykajáttanarlóg kom í løgtingið í dag.
 
30.09.2019 - 12:45

Veiðigjøldini eru ikki við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020.

Ein fortreyt, sum serliga ávirkar framroknaðu fíggjarlógina, er tann, at inntøkur frá veiðigjøldum á makreli, sild og svartkjafti ikki eru tiknar við. 

Orsøkin er, at lógin, sum ásetir veiðigjøldini, fer úr gildi á nýggjárinum, sigur landsstýrið.

Uppskotið um fíggjarlóg lagt fyri løgtingið í dag.

Landsstýrið hevur ikki havt stundir at gera nýtt uppskot um fíggjarlóg, men hevur framskrivað fíggjarlógina fyri 2019.

Í Fíggjarnevndini

Broytingarnar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2020 verða so gjørdar í Fíggjarnevndini, sum fær broytingaruppskot frá landsstýrinum. 

Uppskotið um fíggjarlóg hevur ein inntøkuvøkstur, sum er 1,8 prosent, og útreiðslurnar vaksa 5,8 prosent samanbornar við 2019. 

Fíggjarlógaruppskotið vísir, at verða ongar broytingar framdar, verður úrslit landskassans 171,3 mió. kr. í 2020.

Inntøkur landskassans eru mettar at verða fimm milliardir og 761 milliónir krónum.

Nettoraksturin kostar fimm milliardir og 196 mió. kr. og íløgur skulu gerast fyri 393 milliónir krónur.

Fyrsta viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum verður hósdagin.

Eykajáttanir

Uppskotið um eykajáttanarlóg er lagt fyri løgtingið í dag.

Eykajáttanir eru fyri slakar 115 mió. kr. 

Eykajáttanarlógin hevur 113,7 mió. kr. í halli.

Tær størstu eru til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum skal hava 21 mió. kr., og til Hvalbiartunnilin, sum skal framskundast og tí hava 21 mió. kr. afturat í ár.

Biðið verður um 2,6 mió, kr. til Strandfaraskip landsins og millum tær nógvu eykajáttanirnar annars eru 4,7 milliónir krónur til gerðarrættarmál millum Landsverk og TG Verk um Glasir.

Eykajáttanarlógin nú er so stór, tí eingin lóg kom í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109