- Tíðindi, mentan og ítróttur
430.000 bileigarar stevna Volkswagen
Meira enn 430.000 persónar hava stevnt týsku bilverksmiðjuni Volkswagen, skrivar týska tíðindastovan, DPA.
Ein brúkarafelagsskapur hevur stevnt fyri mongu saksøkjararnar, sum krevja endurgjald frá Volkswagen, eftir at svikið við útlátinum frá dieselbilunum varð avdúkað í 2015.
Stórt og fløkt mál
Brúkarafelagsskapurin, Vzbv, sigur, at Volkswagen elvdi teimum, sum keyptu bilar, skaða, tí bilverksmiðjan setti ritbúnað, software, í nýggju bilarnar.
Ritbúnaðurin vísti, at bilarnir dálkaðu nógv minni, enn teir í veruleikanum gjørdu. Advokaturin hjá Volkswagen vísir øllum aftur.
Fáa tey, sum hava stevnt, viðhald, noyðast tey hvør í sínum lagi at seta krøv móti bilframleiðaranum. Málið er stórt og fløkt, og Volkswagen væntar ikki, at dómur fellur fyrr enn í fyrsta lagi í 2023.
Hava viðgingið svik
Síðani kann ganga eitt ár aftrat at viðgera einstøku krøvini, og tá er marknaðarvirðið á bilunum fallið so nógv, at bíligasta loysnin er at keypa bilarnar aftur, skrivar DPA.
Vzbv hevur sagt, at felagsskapurin er til reiðar gera semju við Volkswagen til tess at sleppa undan einum drúgvum rættarmáli. Volkswagen hevur viðgingið at hava svikað við útláti í 11 milliónum bilum i øllum heiminum.
Dieselgate-gølan, sum hon verður nevnd, hevur higartil kostað kendu týsku bilfyritøkuni meira enn 30 millardir evrur, ella 224 milliardir krónur í okkara peningi, í bótum, endurgjaldi og løgfrøðiligum útreiðslum.