- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil savna bláa vongin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/soren_pape_poulsen_0.jpg?itok=_g1475dD)
Á landsfundinum hjá Konservativa flokkinum í Danmark, hevði formaðurin í flokkinum, Søren Pape Poulsen, eina áheitan á nýggja formannin í Venstre, Jakob Elleman Jensen, um at savna bláu samgonguna aftur.
– Vit vóna, tú hálar Vinstra á borgarligu kósina, har skattir skulu lækkast og har almenni geirin ikki skal dýrka, segði Søren Pape Poulsen.
Almenni geirin minkast
Hóast hann hevði hesa áheitan á Vinstraflokkin, so vildi hann ikki kasta samstarv við reyðu stjórnina frá sær. Serliga er hann sinnaður at samstarva við stjórnina um umhvørvispolitikkin.
Annars segði Søren Pape Poulsen, at Konservativi flokkurin vildi arbeiða fyri, at fleiri løgreglufólk skuldi setast, útlendingapolitikkurin skuldi herðast, skatturin lækka og at almenni geirin skuldi minka.
Konservativi flokkurin hevði eitt gott val á Fólkatingsvalinum fyrr í ár. Flokkurin fekk góð sjey prosent av atkvøðunum. Tað var nóg mikið til 12 sessir á Fólkatingi. Ein tvífalding av umboðunum teir høvdu tey undanfarnu fýra árini.