- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skjølini skulu á borðið
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, verður nú stevndur eftir skjølum, sum vísa til samskifti og annað, sum Donald Trump hevur havt við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelensky.
Í samrøðu biður Donald Trump starvsfelagan úr Ukraina um at finna ringar søgur fram um Hunter Biden, son Joe Biden, sum eisini stillar upp til forsetavalið í USA næsta ár.
Hunter Biden hevur sitið í nevndini í einum ukrainskum gassfelag. Velur Mike Pompeo ikki at veita skjølini, sum biðið verður um, verður tað tulkað sum ein roynd at forða fyri kanningini í málinum.
>> SÍ EISINI Ríkisrættarmál hóttir Donald Trump
Stevningin er ein liður í tilgongdini at byggja eina ríkisrættarliga sak ímóti Donald Trump.
Donald Trump verður lagdur undir valdsmismisnýtslu við at biða ukrainar leita fram upplýsingar um Hunter Biden og at inndraga ein fremmanda stjórn inn í forsetavalið í USA.
Sjálvur avvísir Donald Trump, at hann skal hava gjørt nakað galið og kallar tilgongdina fyri eina heksajagstran.
Umboðsmannatingið streingir á
Tað er umboðsmannatingið, sum roynir at fáa forsetan fyri ein ríkisrætt. Demokratarnir hava ein meirluta í umboðsmannatinginum og tí er møguligt, at tað fer at eydnast.
Tað tó ósannlíkt, at tað eydnast at fáa forsetan frá alíkavæl, tí í einum ríkisrættarmáli ímóti forsetanum, er umboðsmannatingið ákærin, meðan senatið er nevningating og í senatinum hevur republikanski flokkurin hjá forsetanum meiriluta.
Skal forsetin koyrast frá í einum ríkisrættarmáli, skulu tveir triðingar av teimum 100 senatslimunum atkvøða fyri.