- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetaval í Afghanistan í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ghani-abdullah-ap.jpg?itok=G78yjC_K)
Í tí sambandi eru fleiri enn 70.000 trygdarfólk til arbeiðis kring landið, tí Talibanar hava sagt seg vilja leypa á valstøð.
Stutt eftir at valstøð lótu upp, var ein spreinging í býnum Kandahar - 16 fólk fingu skaða.
Høvuðsvalevnini eru sitandi forsetin Ashraf Ghani og forsætisráðharrin Abdullah Abdullah. Tey hava siti saman í eini sameiningar stjórn síðan 2014.
Bara fjórði hvør hevur valrætt
Taliban hevur verið krígsherjað í fleiri ár. Í nógv ár var landið eisini stýrt av Taliban rørsluni, til 2001, tá teir vórðu koyrdir frá.
Tað er eisini kríggið ella royndirnar at fáa frið í lag, sum fylla mest hjá veljarum í Afghanistan, tá tey velja forseta, skrivar BBC. Tey velja tann, ið tey meta mest sannlíkt kann fáa frið í lag.
18 mans stilla upp til forsetavalið. Tað búgva 37 milliónir fólk í Afghanistan, men einans 10 milliónir eru skrásettir veljarar.
Valluttøkan væntandi lág
Vallutøkan verður væntandi lág. Bæði tí boðað hevur verið frá álopum á valstøð og tí at høvuðsvalevnini eru tey somu sum í 2014, teir áðurnevndu Ashraf Ghani og Abdullah Abdullah.
Teir hava sitið við valdið seinastu árini og støðan í landinum er ikki blivin frægari undir teirra leiðslu.
Báðir eru undir illgruna fyri at taka móti mutri, arbeiðsloysið í landinum er 25% og sambært ST, liva 55 prosent av afghanum undir fátækramarkinum.