- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri flóttafólk til USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/usa_amerika.jpg?itok=rQzoBMZB)
Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at skerja talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í landinum. Tað vísir nýtt upprit, sum forsetin fer at undirskriva, upplýsa Hvítu húsini, sambært Reuters.
Sambært uppritinum, skerjir Trump talið av flóttafólkum, sum sleppa at búseta seg í USA, úr 30.000, sum tað er nú, niður í 18.000.
Uppskotið váttar áhaldandi skylduna hjá USA at hjálpa fólkum í allari verðini, sum eru rikin burtur heiman, men samstundis halda vit eisini týdningarmiklastu skyldu okkara at verja og tæna amerikanska fólkinum, stendur í fráboðanini frá Hvítu Húsunum.
Til samanberingar lovaði undanfarna stjórnin við Barack Obama á odda í 2016 110.000 flóttafólkum at búseta seg í landinum.