- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljubilar ikki við Prince

– Manningin umborð á Prince vil ikki kennast við føroysku loyvini um flyting av vandamiklum farmi. Tískil sleppa tangabilar frá EFFO og Magn ikki um Suðuroyarfjørð við Prince.
Tað sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandfaraskipum Landins. Føroysku krøvini eru øðrvísi enn har skipið kom frá. Skiparin á Prince vil ikki slaka uppá krøvini.
Ein loysn á veg
Ein loysn hómast tó í havsbrúnni. Tey bæði oljufeløgini fara nú at heita á Smyril Line um at føra tangabilar um Suðuroyarfjørð, so brennievni í Suðuroynni ikki verður uppi áðrenn Smyril er aftur úr dokk.
Tá Strandferðslan gjørdi eftirlit vórðu tangabilar førdir við skipinum, sigur Heri Norðberg, men at teir høvdu eina serliga váttan um farmin framgekk ikki tíðliga av rakstinum, og tí kemur henda støðan óvart á.
Heri Norðberg hevur samskift við skiparan um málið, men skiparin heldur fast við lóggávuni har skipið er flaggað undir, tí kann tað fáa avleiðingar fyri skipið, um hetta ikki verður gjørt.