- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harða orðaskiftið viðgjørt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/brexit.png?itok=cxN_aoC3)
Røða forsætisráðharrans var tann fyrsta eftir at bretski Hægsirættur hevði dømt tað vera ólógligt, at Boris Johnson hevði sent Parlamentið til hús í fimm vikur - so tætt upp undir 31. oktober, tá limaskapur Bretlands í ES heldur uppat.
Hørðu orðini komu báðu megin frá í Undirhúsinum eftir bonsku røðuna, og andstøðuflokkarnir vilja als ikki góðtaka, at teir við orðum forsætisráðharrans "skulu hava givið seg yvir til ES" - tað vil siga, sum taparar.
>> SÍ EISINI Biðja Boris leggja frá sær
Tá meinar forsætisráðharrin við samtyktu lógina í Undirhúsinum, áðrenn tað varð koyrt til hús.
Lógin sigur, at forsætisráðharrin skal biðja ES leingja bretska limaskapin, um tað ikki eydnast stjórnini at koma ásamt um eina avtalu, ið skal áseta, hvussu viðurskiftini millum Samveldið og Bretland skulu vera aftaná Brexit.
Formaðurin hevði fremstafingurin uppi
Millum hørðu orðini hevur "landasvik", eisini verið brúkt, og andstøðan sigur um konservativa stjórnarflokkin, at hann við ógvusliga orðavalinum heilt tilvitað - og fyri at fáa undirtøku øsir veljararnar upp ímóti teimum fólkavaldu.
Hetta verður eisini umrøtt í fjølmiðlunum, har eygleiðarar ikki aftra seg við at sammeta framferðarháttin við ta øsing, fasistarnir í Italia, Týsklandi og Spanina pallsettu tríati-árini.
Formaðurin í Undirhúsinum reistist í gjárkvøldið úr sessinum og segði orðalagið vera eitrandi frá báðum síðum.
– Nógv verri enn eg nakrantíð áður hevði upplivað tað øll tey árini, eg havi havt sæti tykkara millum, segði John Bercow.
Fáa javnan hóttanir
– Hetta, at øsa veljararnar upp ímóti teimum fólkavaldu, kann fáa álvarsligar avleiðingar, minti John Bercow á.
Hann og fleiri parlamentslimir, sum tóku orðið í Undirhúsinum í gjárkvøldið, søgdu bæði seg og familjur sínar javnan fáa hóttanir í telefonini, á netinum og við posti.
Parlamentslimirnir mintu eisini hvønn annan á, at ein starvsfelagi teirra í Undirhúsinum, Jo Cox, úr Arbeiðaraflokkinum, læt lív, tá ein hatskur maður leyp á hana á gøtuni, meðan valstríð var upp undir fólkaatkvøðuna um Brexit í 2016.