- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldur í skipi: Stúra fyri 200.000 litrum av olju
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bukhta_naezdnik.jpg?itok=59wvdpYA)
Russiski trolarin, Bukhta Naezdnik, hevur nú lagt seg á liðina. Eldur kom í trolaran mikudagin, og hann hevur staðið í ljósum loga, meðan hann lá við bryggju í Tromsø.
Men um 8-tíðina í morgun legði trolarin seg á liðina. Nú rýkur nógv frá trolaranum, sum hevur 200.000 litrar av olju umborð.
Átaksleiðarin hjá løgregluni, Robin Åsheim Lindberg, sigur við norskar miðlar, at tað rýkur framvegis úr skipinum. Nú verður kannað, um ammoniakkútlát er í roykinum.
Tromsø í undantaksstøðu
Vegir og skúlar eru stongdir, og sjúkrahúsið í Tromsø hevur sett krepputiltøk í verk, og metur støðugt, um neyðugt er at stongja deildir, tí starvsfólk sleppa ikki til arbeiðis orsakað av eldinum.
– Flestu vegir til sjúkrahúsið eru stongdir, og størsta avbjóðingin er at fáa fólk til arbieðis, sigur Jørn Resvoll, samskiftisstjóri á sjúkrahúsinum.
Eldur kom í russiska trolaran fyrrapartin mikudagin, trolarin liggur við bryggju tætt við sjúkrahúsið í Tromsø í Norðurnoregi.