- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevði ikki neyðugu heimildina
Hevði ikki neyðugu heimildina
Tað var í stríð við lógina, tá Boris Johnson fyri skjótt trimum vikum síðani sendi parlamentið í Bretlandi til hús
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson_0.jpg?itok=SDyCHTrG)
24.09.2019 - 11:51
Tað er niðurstøðan hjá hægstarætti í Bretlandi, ið stutt fyri døgurða okkara tíð kom við síni niðurstøðu í málinum, hvørt Boris Johnson hevði heimild at senda tingið til hús.
Hægstirættur í Stórabretlandi dømdi fyri løtu síðan, at Boris Johnson, forsætisráðharri, handlaði uttan lógarheimild, tá hann sendi tingið til hús fyrst í hesum mánaðinum.
Tað var tann 8. september, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fekk heimild frá drotningini í Bretlandi, at senda parlamentið í landinum til hús.
Fleiri parlamentslimir, bæði í andstøðuni og í Konservativa flokkinum, mótmæltu, at parlamentið varð sent til hús fáar dagar eftir, at tingsetan byrjaði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV