Smyril fær sínar pengar

Smyril fær sínar pengar
Allir flokkar taka undir við, at landskassin letur fleiri pengar til Smyril, sum er farin í dokk
Smyril er farin í dokk í Odense í morgun
 
23.09.2019 - 13:11

Løgtingið viðger í dag uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, um eykajáttan til Smyril, sum er farin í dokk á Lindø skipasmiðjuni í Danmark.

Biðið er um 3,5 milliónir krónur í eykajáttan. Sambært Strandferðsluni skulu brúkast 29,5 milliónir krónur fyri at fylgja øllum krøvum frá klassanum.

Verða tey ikki fylgd, sleppur Smyril ikki at sigla. 26 milliónir krónur eru í fíggjarlógini fyri 2019 til dokkingina.

Útreiðslunoytralt

Tingfólk í andstøðuni vístu á, at eykajáttanin átti at verið útreiðslunoytral. Uppskotið er nú í Fíggjarnevndini, sum eisini fer at tosa um Prince, sum avloysir Smyril.

Løgtingið samtykti einmælt at geva frávik frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum, so uppskotið um eykajáttan verður avgreidd í dag.

Næsti tingfundur er klokkan eitt í dag, segði løgtingsformaðurin. Tá skal Fíggjarnevndin koma við álitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948