- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundasjúkan ikki staðfest í Føroyum
Hundasjúkan ikki staðfest í Føroyum
Landsdjóralæknin í Føroyum hevur higartil onga fráboðan fingið um hundasjúkuna, sum í løtuni ger um seg í Noregi

23.09.2019 - 15:02
Norskir myndugleikar ávaraðu fyrr í hesum mánaðinum hundaeigarar, eftir at fleiri hundar eru deyðir í Noregi av ringari diarre.
Men enn vita tey ikki, hvat tað er, sum ger hesa sjúkuna, og um hon smittar. Men listin yvir smittur, sum ikki hava samband við hesa smittuna, gerst alsamt longri.
Sjúkan er ikki staðfest í øðrum Norðurlondum. Seinastu tølini úr Noregi vísa, at 173 hundar hava havt sjúkueyðkennini við ringum leysum lívi, og 43 av hesum hundum eru deyðir av sjúkuni.
Hundaeigarar í Føroyum, ið hava fingið hund úr útlondum, verða ávaraðir, og skulu vísa varsemi. Tilmælið til hundaeigarar sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, hfs.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV