- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka farm framum ferðafólk

Avloysaraskipið, Prince, fór av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgun. Tá Prince fór av Krambatanga í gjárkvøldið, vóru nógv ferðafólk eftir á Krambatanga, tí pláss var ikki fyri teimum umborð.
Eingin eykatúrur varð sigldur í gjárkvøldið. Prince tekur 365 ferðafólk. Smyril tekur 990 ferðafólk hesa ársins tíð.
Nógvur farmur er at flyta á Suðuroyarleiðini, og hann kemur framum ferðafólkini. Ferðafólkatalið kundi verið 650, men so kann skipið flyta minni farm.
Einki annað skip fekst
Strandfaraskip landsins avgjørdu at taka vinnulívið framum, tá tey 530 tonsini á dekkinum, sum Prince kann taka, skuldu býtast.
Ein onnur orsøk til ferðafólkatalið er tann, at Prince er ikki bygdur til at sigla á okkara leiðum. Tað er Smyril, siga Strandfaraskip landsins.
Einki annað skip enn Prince fekst til at avloysa Smyril, sigur Strandferðslan eisini. Prince skuldi fara av Havnini í gjárkvøldið klokkan 20. Men klokkan var farin av 21, tá skipið fór.
Tá Smyril fór suður fríggjakvøldið, vóru nógv meira enn 365 ferðafólk við. Avbjóðingin hjá Prince er tí suður fríggjakvøld og norður sunnukvøld.