- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretskur ferðavinnurisi á heysin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thomas_cook.jpg?itok=EP1dwkbX)
Stóra bretska ferðavinnufyritøkan Thomas Cook er farin á húsagang. Boðini komu í nátt, og bretsku loftferðslumyndugleikarnir, Civil Aviation Authority, hava váttað tíðindini.
Fyritøkan, sum hevur 178 ár á baki, eigur millum annað donsku ferðaskrivstovuna Spies og svensku ferðaskrivstovuna Ving.
Bankarnir kravdu felagið eftir 200 milliónum pundum, ella umleið 1,7 milliardum krónum í okkara peningi, fyri at tryggja framtíðarraktsturin hjá felagnum.
Royndu til tað síðsta
Felagið megnaði ikki at tryggja peningin, og tí er Thomas Cook nú farið á húsagang. Partaeigarar og kreditorar høvdu fund um støðuna í gjár.
Leingi hava ábendingar verið um, at fyritøkan fór at finna eina bjargingarætlan, sum kinesiski íleggjarin, Fosun Tourism Group, saman við bankunum, hevur gjørt, og partarnir skuldu taka við leiðsluni í fyritøkuni - bæði innan ferðavinnu og flogferðslu. Men tað eydnaðist ikki.
22.000 fólk starvast hjá Thomas Cook. Av teimum eru 9.000 í Bretlandi. Fyritøkan samstarvar við 3.000 gistingarhús um allan heimin. Mett er, at ferðavinnufyritøkan, Thomas Cook, hevur 600.000 gestir á ferð í løtuni.