- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark ikki áhugavert uttan Grønland og Føroyar

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðu við heimasíðuna altinget.dk
Hann heldur, at danskir politikarar eiga at hava áhuga fyri, at bæði Føroyar og Grønland kenna seg væl í ríkisfelagsskapinum og fáa hóskandi rásarúm í felagsskapinum.
– Fara Føroyar og Grønland úr ríkisfelagsskapinum, verður Danmark eitt lítið land í heimssamfelagnum og lítið áhugavert í altjóða politiskum høpi, sigur løgmaður í samrøðuni við altinget.dk
Kunnu ikki tala við hvør sínari rødd
Herfyri boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at USA hevði hug at keypa Grønland, sum liggur væl fyri strategiskt, tá hugsað verður um Arktis.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at eitt øki, har føroyingar vilja hava størri rásarúm, er í DGF-skipanini, sum hon verður nevnd.
Hendan skipanin gevur Føroyum og Grønlandi møguleika at reka egnan uttanríkispolitikk í ávísan mun, men trupulleikin er, at skipanin bindur Føroyar og Grønland saman, og tí kunnu londini ikki tala við hvør sínari rødd, hóast tey eru ósamd.
Makrelurin
Hetta er til dømis galdandi fyri makrelfiskiskapin, har Føroyar og Grønland hava hvør síni áhugamál.
– Við góðum og konstruktivum samskifti fer vónandi at bera til at broyta ella víðka DFG-skipanina, so vit fáa møguleika at gera avtalur, sum bara umfata Føroyar, sigur Bárður á Steig Nielsen við altinget.dk
Løgmaður heldur eisini, at tað skal verða lættari hjá útlendingum at arbeiða í Føroyum. Arbeiðsloysið er lítið og einki, og tørvurin á arbeiðsmegi hevur avleiðingar, sigur hann.
– Støðan elvir til trongar og lønartrýst. Fara lønirnar á glið, verður eisini galið við búskapinum. Tí hava vit ætlanir um at lata upp fyri møguleikanum, at uppaftur fleiri útlendingar kom til Føroya at arbeiða, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í samrøðuni við altinget.dk