- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vælferðarlógin aftur í tingið
Vælferðarlógin aftur í tingið
Uppskotið um vælferðarlóg, sum datt burtur tá løgtingið fór til hús fyrst í mai, verður lagt aftur fyri tingið

20.09.2019 - 13:23
Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum nú er landsstýriskvinna í almannamálum, í samrøðu við útvarpið í dag.
Vælferðarlógin, sum hevur verið leingi á veg, kom ikki fyri tingið, áðrenn løgtingið fór í summarfrí, og datt tí burtur á ólavsøku. Í vár vóru fleiri, sum gjørdu vart við týdningin av vælferðarlóggávuni.
Eitt nú Maud Vang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum, Jógvan Philbrow formaður í Pedagogfelagnum, og Fía Petersen, leiðari í Javna.
Landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at endurskoða uppskotið, áðrenn tað verður lagt framaftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV